Hans Jørgen og Kári í Fuglafirði

ÍF venjaraspurningurin er um at verða svaraður

Tað vera eftir øllum at døma tveir gamlir kenningar í føroyskum fótbólti, sum fara at taka sær av ÍF liðnum í bestu deildini.

Meðan tveir dystir eru – KÍ – TB í Klaksvík  og HB – Skála í Gundadali – so tosar ÍF nevndin við teir báðar, sum nú skulu taka sær av ÍF liðnum í bestu deildini.

Annar er Hans Jørgen Djurhuus, sum inntil í fjør var stríðsmaður á miðvøllinum hjá Víkingi, og sum higartil í ár hevur verið ungdómsvenjari í Sarpugerði.

Hann hevur ikki pappírini, sum tað er neyðugt at hava hjá venjarum í bestu deildini. Gamla landsliðskempan Kári Reynheim hevur útbúgvingina, sum skal til hjá venjarum í bestu deildini.

Væl vitandi keldur í Fuglafirði siga, at tað verður seinni í dag, at ÍF fer at boða frá, at tað vera Hans Jørgen Djurhuus og Kári Reynheim, sum nú vera venjarar hjá ÍF.

Fyrsta uppgávan hjá teimum verður mánakvøldið, tá ið ÍF skal spæla í Hólmanum á Eiði ímóti EB/Streymi.

Síðani Hegga Samuelsen varð sagdur úr venjarastarvinum í Fuglafirði hevur hjálparvenjarin Ólavur Larsen havt ábyrgdina av ÍF liðnum.