Hans Jørgen er sera vónbrotin um fyrra hálvleik (FM1)

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá málinum ÍF fekk í 1-3 heimatapinum móti HB, og hoyr annan av venjarunum, Hans Jørgen Djurhuus seta orð á dystin

 

##med2##

Uros Stojanov prógvaði aftur sítt virði fyri ÍF, tá hann prógvaði sítt virði við at skora sítt triðja mál í bert tveimum dystum. Málið hjá Uros Stojanov og avrikið í seinna hálvleiki er tað sum Hans Jørgen Djurhuus, ið er venjari hjá ÍF saman við Òlavi Larsen kann fegnast um.

HB vann 3-1, og tá 35 minuttir vóru farnir var støðan 3-0 til HB. Hans Jørgen Djurhuus er sera vónbrotin av avrikinum í fyrra hálvleiki. Hann hevði ætlað sær at staðið við fýra stigum aftaná tvey umfør.

ÍF – HB 1-3 (0-3)

0-1: Heðin Hansen

0-2: Adrian Justinussen

0-3: René S. Joensen

1-3: Uros Stojanov

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málinum hjá ÍF. 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum hjá HB. Teitur Joensen var viðmerkjari. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Bertil Askou. 


(Hoyr málið hjá ÍF, og samrøðu við annan av venjarunum, Hans Jørgen Djurhuus)