Hans Jørgen Djurhuus fingið bann

Kappingarnevndin hevur revsað Hans Jørgen fyri úttalisir á FM1

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur givið Hans Jørgen Djurhuus leikbann í tveir dystir, eftir at hann fíltist á dømingina í 3-2 ósigrinum fyri NSÍ í farnu viku. Hann er annar av venjarunum hjá ÍF.

Hann segði eftir dystin við FM1, at dómararnir kostaðu ÍF og vísti millum annað til eina støðu, har tey í ÍF leguni halda, at bólturin er uttanfyri, meðan dómararnir ikki eru samdir. Tað stendur beinleiðis í niðurstøðuni, at tað er samrøðan við FM1, sum er avgerandi.

Hans Jørgen Djurhuus er annar venjarin, sum fær bann frá kappingarnevndini í seinastuni. Hin er Jákup á Borg, sum sat yvir tá B36 vann 2-0 á TB leygardgin. Hann fekk ein dyst leikbann eftir grannauppgerðina móti HB, har hann vísti sína ónøgd við dómaran. Jákup á Borg var aftur á bonkinum í gjár, tá B36 spældi 1-1 javnleik móti KÍ í Klaksvík.

Eisini hevur Jens Berthel Askou,venjarin hjá HB, fingið eina átalu, eftir at hann fíltist á spæliháttin hjá navngivnum spælarum hjá B36. ÍF skal sunnudagin spæla móti KÍ í Klaksvík.

Samrøðan hoyrist við at trýsta HER

Brot úr grein við samrøðuni:

- Tað fúlasta av øllum er, at teir (NSÍ red.) skjóta bóltin út. Og hann (bólturin) er ein hálvan metur uttanfyri, og tað er innkast til okkum (ÍF), og dómarin velur at døma uppkast, og vil hava okkara spælarar vekk, og teir taka skjótt uppkast, bólturin innfyri og mál! Tað er ólukksáliga keðiligt, at leikararnir hava arbeitt so hart, og hava uppiborið minst eitt stig, at dómarin skal geva NSÍ trý stig, tað er øðiliga skuffandi. 

 

Hesi hørðu orðini eigur Hans Jørgen Djurhuus, annar av venjarunum hjá ÍF í samrøðu við FM1 aftaná tepra 2-3 ósigurin fyri NSÍ í Fløtugerði í Fuglafirði.

Hans Jørgen sigur bart út í samrøðuni, at hann leggur einki í um hann fær karentenu fyri harða og bersøgna úttalilsi: - Eg haldi ikki, at tað bilar, at dómararnir fáa at vita, at teir gera feilir. Tað ger einki, at dómarin fær at vita, at hann ger ein feil sum kostar okkum trý stig, sigur Hans Jørgen. 

Annars vil Hans Jørgen bara rósa sínum spælarum fyri gott avrik í tepra 2-3 ósigrinum fyri NSÍ. ÍF var á odda 1-0 í steðginum, men NSÍ hevði eitt gylt korter í seinna hálvleiki har teir vendu 0-1 til 3-1 áðrenn ÍF aftur svaraði aftur.