- Bulan á Old Trafford má ruddast. Og Ole Gunnar Solskjær skal hava møguleikan at halda fram sum høvuðvenjari.
Stóri Manchester United fjepparin og Víkinga-legendan, Hans Jørgen Djurhuus er ikki í iva. Hans Jørgen var gestur í fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin.
Prátið snúði seg tó mest um Betrideildina hjá monnum, har Hans Jørgen eisini metti um dystirnar sum verða komandi dagarnar:
Í kvøld klokkan 18: Víkingur-B36 (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: HB-Skála og KÍ-TB (FM1 sigur beinleiðis frá dystunum - tó kann henda ein broyting um ein 3. FM-finala verður millum VÍF og Kyndil í Vestmanna)
Mánakvøldið klokkan 19: EB/Streymur-ÍF
Týskvøldið klokkan 18: AB-Víkingur
Týskvøldið klokkan 19: NSÍ-B36 (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr sendingina Fótbóltspanelið, ið var á FM1 seinnapartin.