Hans Fróði Hansen er bilsin av, at nevndin í TB valdi at enda samstarvið við honum sum venjara.
- Tað er nokk lættast at spyrja nevndina í TB hví eg ikki eri venjari har longur. Tað eru teir, sum hava koyrt meg úr starvi, sigur Hans Fróði Hansen við Rás2.
- Út frá einum fótbóltssjónarhorni, so er grundgevingin nakað leys í mínum hvødi, sjálvt um eg havi virðing fyri henni, sigur Hans Fróði.
Hans Fróði leggur dent á, at tað einki ilt er millum hann og TB, men ásannar, at hann hevur ilt við at skilja avgerðina.
TB liggur í løtuni á sjeynda plássi í Effo-deildini. Eftir eina góða byrjan hevur felagið mist flogið og er nú bara eitt stig frá niðurflyting.
- Málið var altíð at yvirliva í deildini. Eg fekk eitt nýtt lið at spæla saman og gav millum annað einum 17 ára gomlum spælara álitið sum áleypara, sigur Hans Fróði Hansen við Rás2.
TB tapti um vikuskiftið 4-3 fyri ÍF í Fuglafirði, men Hans Fróði heldur ikki at tað ber til at finnast at avrikinum. Heldur hevur hann hug at spyrja hvat málið hjá felagnum er, tá at liggja nummar sjey ikki er gott nokk.
Hans Fóði leggur afturat, at hann er sinnaður at finna eina nýggja avbjóðing í fótbóltheiminum.
Bill M. Jacobsen verður fyribilsvenjari í felganum, har hann skal taka sær av venjingunum tvær tær komandi vikurnar.