Ein svartur bilur er komin oman á havnarlagið, beint har sum Atlantic Navigator liggur.
Bilurin er ikki meiri enn steðgaður, tá tveir ungir mans kom út úr bilinum - Hans Fríðálv Luid Johannesen og ein vinmaður hansara úr Kollafirði.
Teir fara beina leið aftur í viðførisrúmið eftir tí, sum skal umborð á skipið.
- Vit seta bara hetta umborð fyrst. Síðani fara vit eitt ørindi inn í býin, sigur Hans Fríðálv. Tað er bara hann sum skal við henda túrin.
Hann hevur annars verið við Navigator tríggjar túrar frammanundan. Síðani hann kom aftur av seinasta túrinum hevur hann arbeitt við at stoypa í Havn.
Um nakrar tímar leggur Navigator frá landi. Saman við øllum hinum hundrað fólkunum fara tey at arbeiða hart á dekkinum og í verksmiðjuni. Men tíð verður eisini at hugna sær saman.
- Eg haldi, at tað er rættiliga sosialt umborð, sigur Hans Fríðálv.
Fjórði túrurin
Hetta er sum longu nevnt ikki fyrsti túrurin hjá hesum unga manninum. Í roynd og veru fer hann nú á sín fjórða túr.
Hetta verður helst ikki hansara seinasti túrur við Navigator. Ætlan hansara er at verða umborð her til tað fer at sumra aftur á landi.
- Tá ætli eg mær at finna mær okkurt læruplássið, sigur 19 ára gamli Hans Fríðálv.
Nú er tað so havið sum dregur. Hann gleðir seg at sleppa avstað aftur, hóast hann nú má siga farvæl við nógv ymiskt ítriv á landi.
Hann er komin í góðari tíð til Klaksvíkar og víðari norður á Ánirnar. Klokkan er ikki meiri enn hálvgum tvey, tá hann enn einaferð trínur umborð á hetta stásiliga farið við frámerkinum KG 14.
Halda væl saman
Tá ein er við skipi - og serliga teimum nýggjaru - er nógv gjørt fyri at skapa trivna umborð og hava ítriv fyri manningina.
Umborð finnast tí bæði teldur, sjónvarp og venjingaramboð at halda musklarnar viðlíka - og kanska økja um teir eisini.
Hetta er kanska einamest gjørt fyri tannn yngra partin av manningini. Men helst er tað so, at teir eldru neyvan halda seg aftur her.
- Mær dámar væl at vera saman við hinum. Vit halda so væl saman, sigur hann.
Sjálvur er Hans Fríðálv 19 ára gamal. Og umborð eru vanliga nógv onnur í hansara aldri.
Teldan við
Tá teir hava frívakt er nógv ymiskt at stytta sær stundir við.
Hans Fríðálvi dámar serliga væl at spæla kort og at hyggja í sjónvarp. Men henda túrin hevur hann kortini gjørt seg sjálvan út á ein heilt annan hátt.
Umframt klæðir og annað sum hoyrir við til ein túr, hevur hann eina teldu ella ein harðdisk við sær umborð.
Við Navigator eru fleiri teldur, men tað er sum oftast ofta rift um tær, so tað er helst ikki altíð gjørligt at sleppa framat, júst tá ein hevur hug til tess.
Tí hevur hann valt sína egnu loysn:
- Eg ætli mær at lurta eftir tónleiki, hyggja eftir filmum og spæla onkur spøl við míni egnu teldu, sigur hann.
Nýggj lønarskipan
Sum nevnt aðrastaðni á síðuni hevur Navigator ligið bundin við bryggju í fleiri vikur.
Men fyrr í mánaðinum eydnaðist tað at fáa eina semju í lag um eina lønarskipan fyri manningina, sum yvir eitt ávíst tíðarskeið gevur teimum 24% meiri í løn.
Hans Fríðálv hevur sum vera man fylgt við í hesum máli. Men hann vil ikki gera beinleiðis nakra viðmerking til prosentini og krónurnar.
- Men tað verður í øllum førum munandi hugaligari at fara til skips við hesi skipanini, slær hann kortini fast.
Kvinnur umborð
Fyri 100 árum síðani var tað helst óhugsandi, at kvinnurnar nakrantíð skuldu - ella yvirhøvur kundu! - fara til skips. Sjólívið var ein mannfólkaverð, so tað stóð eftir.
Nútíðin hevur broytt hesi viðurskiftini og mannahugsanina rættiliga nógv. Í dag er ein partur av manningini umborð á Navigator nevniliga kvinnur, sum eisini vilja sleppa at royna sjólívið.
Millum manningina hesaferð er ein onnur úr Kollafirði - ein sum eitur Jeanette.- Eg haldi, at tær eru bara óførar. Tað er í fínasta lagi at hava tær við umborð, sigur Hans Fríðálv.