Hans Fróði á Toftanesi hevur slept kæruni til dómin, ið bleiv sagdur í rættinum í Lyngby 28. mai, tá ið hann bleiv dømdur til 3 ár og 9 mánaðir í fongsul fyri í tíðarskeiðinum juni – september 2017, gjøgnum LinkedIn og teldupost, at hava eggjað eina 42 ára gamla kvinnu til ymiskan kynsligan ágang á fýra ára gamla son sín.
Tað upplýsir Bente Schnack, høvuðsákæri í Nordsjællands Politi, fyri Miðlahúsinum. Harumframt verður upplýst, at ákæruvaldið heldur ikki hevur kært úrskurðin hjá rættinum.
Upprunaliga kærdi Hans Fróði á Toftanesi dómin og skuldi hann sostatt roynast í Eystara Landsrætti, men eftir at dømdi hevur slept kæruni er nú greitt, at dómurin í rættinum í Lyngby er endaligur.
Tað merkir at 42 ára gamli føroyingurin er dømdur trý ár og níggju mánaðir í fongsul, umframt at rinda sakarmálskostnaðin og 100.000 krónur í endurgjald til fýra ára gamla dreingin.









