Tað er Hans Erik Jakobsen, sum skal læra tyrluskipararnar at flúgva nýggju tyrlurnar av slagnum AW139, sum verða keyptar úr Italiu Kendi tyrluskiparin og fyrrverandi flogovastin fyri tyrlurnar hjá Atlantic Airways, Hans Erik Jakobsen úr Klaksvík er nú útbúgvingarleiðari í tyrlufelagnum Bel Air í Suðurjútlandi. Hans Erik hevur arbeitt í uml. 15 ár hjá Atlantic Airways.
-Bel Air skal hava nýggjar tyrlur til offshore, tann fyrsta kemur um stutta tíð, hon verður keypt úr Italia. Bel Air hevur tí fingið fatur í royndum fólki, sum hava nógvar royndir úr bæði donskum, enskum, norskum, føroyskum og hálendskum loftrúmi og hava flogið offshore í Norsjónum. Fleiri hava eisini flogið í Iran, Kasakhstan, Saudi Arabia. Nigeria, Cameroun, Suðurafrika og eisini Grønlandi, - skrivar jv.dk.
Í farna mánaði var Hans Erik í Italiu, har sáttmálin uppá 90 milliónir varð undirskrivaður av tyrlufelagnum Bel Air.