TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við 11 málsskjúttan hjá KÍF í kvøld, Hans Eli Sigurbjørnsson, sum var ein avgerandi faktorur, tá KÍF vann 27-23 (12-13) á VÍF í Kollafirði í kvøld, og sendi verandi steypavinnararnar úr Coca Cola steypakappingini.
- Hetta kennist ótrúliga gott. Tað er bara okkurt serligt, sum hendir, tá vit spæla ímóti VÍF, tá tendrar okkurt eyka í okkum øllum, og eisini í mær, staðfestir stórskjúttin hjá KÍF.
Hans Eli staðfestir, at tað var ikki meiningin, at teir skuldu koyra við so høgari leikferð, sum teir gjørdu, tí teir í KÍF hava ein smalan hóp. Hans Eli slær fast, at tað verður ikki hugsað um at feira søta sigurin, men tað verður fokuserað uppá hálvfinalurnar, sum nú eru fyri framman. Men smalur hópur ella ikki, í einari hálvfinalu eru spælararnir altíð tendraðir, greiðir Hans Eli frá í samrøðuni.