Í kvøld er frumsýning av leikinum Elektra á Tjóðpallinum. Elektra er skrivaðu av grikkanum Sofokles fyri umleið 2.500 árum síðan og er mettur at vera ein av gomlu klassikarunum innan sjónleik. Leikurin snýr seg um Elektru, eina kongsdóttur, ið syrgir deyða faðir sín, ið varð dripin av konu og beiggja sínum.
Tað er Hans Tórgarð, ið hevur týtt leikin til føroyskt eftir ensku týðingini hjá bretanum Frank McGuinness, og lata fólk væl at týðingini.
- Fólk halda, at av tí, at tað er eitt gamalt grikskt drama, so má tað vera háfløkt og ringt at skilja, men tað er einki at vera bangin fyri. Tey, ið hava sæð leikin, hava verið bilsin yvir hvussu lættur hann er at skilja, sigur Hans Tórgarð.
Tað var tó ikki bara sum at siga tað, tí eitt sum er serstakt við leikinum er, at teksturin er sera poetiskur og orðini stórbær.
- Hetta er ikki eitt mál, ið man tosar í gerandisdegnum, men er sera lýriskt og poetiskt. So á tann hátt, var tað ein spennandi og avbjóðandi uppgáva at týða leikin til føroyskt, sigur Hans Tórgarð, og greiðir víðari frá.
- Enski teksturin er skrivaður í eini fastari rútmu og brúkar stórbær orð. Tað setir krøv til týðingina. Samstundis skal hædd takast fyri, at hetta er ein sjónleikur, so fólk kunnu ikki lesa tekstin. Tí má hann vera lættur at skilja fyri áhoyrararnar. So tað var neyðugt at finna javnvágina. Tað skuldi vera flott og poetiskt, men samstundis lætt skilligt, greiðir Hans Tórgarð frá.
Hans Tórgarð brúkti fýra mánaðir at týða tekstin til føroyskt, áðrenn onnur sluppu at síggja hann.
- Eftir at eg varð liðugur, lósu eg og Gunnvá Zachariassen allan tekstin hart. So fór eg heim og gjørdi rættingar eftir tí. Meðan vit hava vant leikin, er teksturin eisini rættaður nakað, so at tað liggur betri í munninum hjá sjónleikarunum, Hans Tórgarð.
Elektra hevur frumsýning á Tjóðpallinum í kvøld. Leikararnir eru Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð, Durita Dahl Andreassen, Hjálmar Dam og Beinta Clothier. Kim Dambæk er leikstjóri, Jan de Neergaard hevur gjørt pallmynd og búnar, Joachim Holbek stendur fyri ljóðmyndini, og Turpin Napoleon Djurhuus stendur fyri ljósdesign og video.