Hans Andrias pettar Nýggja Testamenti sundur

Richard Danielsen



Hans Andrias Sølvará heldur fram at ákæra jødarnar fyri søgufalsan og at gera skriftirnar til eina lygisøgu. Nú Nýggja Testamentið.

Gamla Testamentið hevur hann í tveimum greinum viðgjørt á ein sera óhugnaligan og óseriøsan hátt . Prógvini, hann hevur frá einum fornfrøðingi og einum søgufrøðingi, eru t.d. at teir halda seg kunna vita, nær ymiskt bleiv bygt innan fyri 100 til 200 ár fyri 3 til 4000 árum síðani.

Nú er so tørnið komið til Nýggja Testamentið. Tað verður petta sundur, og teir sum skrivað hava gjørdir til søgufalsarar. Prógvini her eru at “Septuaginta”, grikska týðingin av tí hebraiska Gamla testamentinum, samsvarar ikki við tann upprunaliga tekstin. So hevur hann nøkur dømi. Tvey, sum hann serliga viðgerð, eru Esaias 7,14 og Zacharias 9,9. Esaias skal ikki hava skrivað moyggj, men ung kvinna. Tað viðvíkjandi Zachariasi er, at har sum hebraiska bíblian sigur - eitt dýr, sigur Septuaginta - tvey dýr, og Matteus tekur upp eftir Septuaginta, sum er skeivt eftir Hans Andriasar meining. Hatta tími eg ikki at gera viðmerkingar til. Hitt dømið, tað hjá Esaiasi, er at siga til, at um tað er rætt, at tað skuldi staðið ung kvinna har, so broytir tað ikki veruleikan, at tá ið Kristus varð føddur í Betlehem, uml. 700 ár seinri, varð hann føddur av moyggj. Hetta fortelur Matteus fyri okkum, og hann sigur frá, ikki bara út frá profetinum, men at ein eingil opinberaði seg fyri Jósefi og segði honum, at tað, sum var gitið í Mariu, var av Heilaga Andanum. Men hetta nyttar ikki at diskutera við Hans Andrias og hansara líkar um. Teir hanga seg í útgrevstrar og í orð um eitt ella tvey fyl, meðan teir ikki smæðast við at gera Matteus, Lukas og hinar til søgufalsarar, ja Lukas, sum byrjar sítt evangelium við at vísa á hvussu stóran ómak, hann hevði gjørt sær, fyri at tað skuldi vera álítandi, sum hann sigur frá. Les tey fyrstu versini í Lukas evangeliinum sjálvur, tú, sum lesur hetta. Gev tær tíð til tað!

At ósemja er millum jødar og kristin, er ikki nakað nýtt. Størsti parturin av jødum hava ongantíð góðtikið at Jesus, føddur í Nazaret fyri 2000 árum síðani, er Messias, sonur Guds, tí trúgva tey ikki á Nýggja Testamenti. Tað gera harímóti tey kristnu, t.v.s. øll verulig kristin trúgva á Jesus sum son Guds. Hetta er grundarlagið. Eingin kann kalla seg kristnan, uttan hann trýr at Jesus er sonur Guds. Tá ið Pætur ápostul segði hesa játting, segði Jesus: ”Hold og blóð hevur ikki opinberað tær hetta, men Faðir mín, sum í himli er.” Matt. 16,17. Og Paulus ápostul sigur hetta: “Eingin kann siga, Jesus er Harri, uttan í Heilaga Andanum.” 1. Korintbr. 12,3. Øll tey, sum av sonnum játta hetta, verið tey jødar ella heidningar, eru fødd av nýggjum, fyri at brúka orðini hjá Jesusi sjálvum í Jóh. Evangelii 3. kapitli. Vit mugu tí eisini ansa eftir, tá ið vit, sum Hans Andr. her, tosa um kristin, hvat eru tað fyri kristin vit tosa um. Tað eru tíverri so mong, sum bera kristinnavnið, sum vit noyast at seta spurnartekin við, um tey eru verulig kristin.

Ein lítil viðmerking til seinast.

Eg helt meg lesa ímillum reglurnar í fyrru greinunum, at Hans Andrias ikki hevur lisið bíbliuna heilt væl, tað átti at verið fyrsta fyritreytin, tá ið ein fer undir at leypa á skriftirnar. Eg haldi meg síggja tað sama nú. Hvussu hann kemur til, at Paulus einki kendi uttan “Septuaginta” er mær ein spurningur, sum Hans Andr. átti at greitt eitt sindur nærri frá.