Hannis Martinsson fer á hvíldarheim

Krimihetjan ger vart við seg í nýggjari krimibók

Jógvan Isaksen hevur skrivað nýggja krimibók, sum kemur út í dag.

 

Høvuðspersónur í bókini er enn eina ferð Hannis Martinsson, sum hevur uppklárað nógv brotsverk og avdúkað nógvar samansvørjingar ígjøgnum árini.

 

Hesa ferð fer Hannis Martinsson á Hvíldarheimið, eftir at hann hevur fingið skurðviðgerð.

 

Har fær hann at vita, at ein maður, sum hevði samband við bumbuatsóknina móti løgtingshúsinum í septembur 1945, bleiv myrdur á stovninum stutt aftaná. Ein lívshættisligur leikur fer nú í gongd.

 

Nýggja bókin hevur heitið "Hvíldarheimið". Hon er framleidd á Føroyaprenti og er 306 blaðsíður.