Hanna á Reynatúgvu forkvinna í Heilafelagnum

AÐALFUNDUR
Tíðindaskriv

Heilafelagið hevði aðalfund tann 14. mai. Aftaná fundin hevur nevndin skipað seg soleiðis: Formaður: Hanna á Reynatúgvu, Skálavík, næstformaður: Óli Jacobsen, Gr. Kambansgøta 22, Tórshavn, kassameistari: Jógvan Sofus Vágsheyg, undir Ryggi 3, Tórshavn, skrivari: Napoleon Joensen, Maknagilsvegur 80, Tórshavn. Nevndarlimur: Estur Lognberg, Garðsgøta 5, Argir. Varalimir: Siborg Arge, Oman Hoydalar 5, Hoyvík
Marius Johansen, Dalavegur 37, Tórshavn.
Endamálið hjá heilafelagnum er at virka fyri tey, sum eru rakt av heilaskaða. Nærri upplýsingar um virksemið hjá felagnum finnast á heimasíðuni: www.mbf.fo hjá Meginfelag teirra Brekaðu, har ein leinkja er til Heilafelagið. Her finst frágreiðingin um apopleksirakt í Føroyum og vegleiðing um møguleikarnar fyri at fáa hjálp frá tí almenna, tá tørvur er á hesum.
Limagjaldið er kr. 150 árliga fyri einstaklingar og kr. 500 fyri stovnar v.m. Innliming kann fara fram hjá felagnum og nevndarlimum, sigur Heilafelagið í tíðindaskriv.