Hanna Joensen 95 ár

5. august fyllir Kaja Johanna Sofía Joensen, vanliga nevnd Hanna, 95 ár. Hanna er fødd og uppvaksin í Mykinesi. Foreldur hennara vóru Sant­us Joensen og Katrina Joensen, sum var ljósmóður í Mykinesi. Hanna var elst av trimum systrum, yngsta systirin var Hilda Abra­hamsen, sum doyði í 2003 og miðal systirin Maja Jacobsen býr í dag á Ellisheiminum í Havn. Meðan tær vóru smá­gentur, fór mamma teirra niður til Danmarkar at lesa til ljósmóður. Pápi teirra Santus var sjómaður, so tí tær fóru til ommu og mostur at búgva hettar tíðarskeiðið.
Tá ið tíðini tók tað eitt ár at lesa til ljóðsmóður, men hetta árið hevur Hanna altíð mintst sum eitt tað longsta og drúgvasta árið í lívinum. Mamman kom aftur við fyrsta karakteri eitt ár seinni, og tá vóru genturnar glaðar. Mamman starvaðist sum ljósmóður øll árini fram til pensjónsaldur.
Famljan búði úti á Lið í Mykinesi.
Hilda og Maja blivu gift­ar við mykinesmonnum og fluttu seinri av oynni, ímeð­an Hanna varð ógift og búgv­andi eftir hjá mammu síni.
Í Mykinesi var nokk at takast við, Hanna vaskaði skúlan í nógv ár; hon var altið klár at hjálpa, tá ið á stóð. Hon hevur borið nógv torv, bundið, passað neyt, hoyggjað og alt tað sum annars hoyrir bygdasamfelagnum til. Henni dámar sera væl at greiða frá gomlum døgum í Mykinesi, og veit altíð onkra góða søgu at fortelja, tá hon fær vitjan.
Í 1976 skuldi mamma Hannu so undir skurð í Tórs­havn. Hanna og mamman fóru til Havnar og búðu inni hjá yngstu systrini Hildu, og manni hennara Ísak Abrahamsen. Av eini ella aðrari orsøk dámdu teim­um so væl í Havn, at tær ongantíð fóru vestur til Mykinesar aftur. Eftir at hava búð á útoyggj til hon var 61 ára gomul, helt Hanna, at býarlívið í Havn var herligt. Mamman og hon hildu áfram við at búgva í raðhúsunum hjá systrini í Hornabø.
Hon og systirin Hilda byrjaðu at vaska á Lands­bóka­savninum, og øll í Horna­bø ella har umleiðir minnast óivað tær lítlu, myrku og fittu konurnar sum akkurát líktist hvørjari aðrari og altíð fylgdust. Mykinesommurnar sum onkur eisini kallaði tær.
Hannu dámdi væl at sleppa ein biltúr og at koma og síggja seg um, bæði í Føroyum og hon var fleiri sumrar eisini í Danmark.
Í 2003 fór Hanna niður til Danmarkar at búgva hjá systurdóttrini. Ongin var eftir í Hornabø. Hon treivst væl í Danmark, men eftir tveimum árum kom longsil á hana at koma aftur til Føroyar. Eftir at hava verið heima í stutta tíð fekk hon tilboð um pláss á Ellisheiminum í Miðvági, á Sýnini. Her dámar henni stak væl at vera og hevur eitt sera hugnaligt kamar. Hon syngur altíð og dugir nógvar yrkingar og orðatøk, sum hon ofta tekur til. Hon er klár og minnist sera væl.
Vit hava nógv at takka ommudid fyri: hennara kær­leika, trúfesti og hjálpsemi. Mangar góðar løtur í Hornabø á barna- og ungdomsárum og nú á Sýnini, tá ið vit eru og vitja hana. Hon hevur altíð verið so góð við meg og beiggja mín. Tá eg gekk í forskúla hjá nonnunum plagdi eg altíð at fara heim til ommu og ommudidd at fáa mær døgurða og bíða til mamma og babba fingu frí.
Góðasta ommudid, eg ynski tær hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, eg eri sera hørm um at eg ikki kundi verða heima til dagin.
---------
Heilsan
Annika