Hanna Jensen merkti kuldan frá samkomuni

Tað hevur verið ein sorg, og tað hevur kostað hjá Honnu Jensen sum partur av Brøðrasamkomuni, at hon tekur undir við, at samkynd kunnu giftast

Tað hevur verið ein sorg, og tað hevur kostað hjá Honnu Jensen, sum partur av Brøðrasamkomuni, at hon tekur undir við, at samkynd kunnu giftast

 

Tað kom fram í kjakinum í Degi og Viku í kvøld, har Bogi Godtfred hevði boðið Honnu Jensen úr Framsókn og Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum at kjakast um uppskotið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga.

 

Hanna Jensen hoyrir til Brøðrasamkomuna og hevur sína gongd har. Tað hevur fingið fylgjur fyri hana persónliga og í samkomuni, at hon er fyri, at samkynd skulu kunna giftast.

 

– Eg havi merkt, at tað er vorðið trongt í trúar- og samkomuhøpi. Men tað hevur verið læruríkt fyri meg, bæði løgfrøðiliga, demokratiskt og politiskt. Eg havi fingið nógv innspark, bæði frá teimum sum eru samd og ósamd. Og tað virði eg, segði hon og helt fram:

 

– Eg havi merkt ein áður ókendan kulda. Smílini fána, og handartakini dvína – samstundis sum onnur hava víst seg, sum stuðla, segði Hanna Jensen.

 

– Í trúðarumhvørvinum eiga vit at læra at tosa betur saman um eym politisk, segði Hanna Jensen.

 

Kjakið í Degi og Viku kann síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER