Hann vil hava eina føroyska sendistovu í USA

– Eg ætli mær bæði at taka ímóti amerikanarum, og øðrum, við opnum sinni, men tað vera vit, sum seta treytirnar, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum

– Eg havi eitt stórt ynski um at vit fáa eina føroyska sendistovu í Washington, høvuðstaði í USA. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, við Sosialin.

Í næstu viku skal hann á fund í Keypmannahavn við amerikanska uttanríkisráðharran, Mike Pompeo og har fara teir at tosa um støðuna í Arktis, og um onnur mál.

Hann sigur, at hesin spurningurin um eina føroyska sendistovu í USA, er ikki á skránni fyri fundin við Pompeo. Men hann leggur afturat, at fær hann høvi til at reisa spurningin fyri honum, fer hann at gera tað.

Sjálvur vónar Jenis av Rana, at vit fáa eina føroyska sendistovu í USA sum skjótast og hann sigur við Sosialin, at hetta er eitt mál, hann fer at royna at fáa samgongina at virka fyri.

– Tað er løgið, at vit ikki hava eina sendistovu í USA, tá ið vit annars bæði hava sendistovu Russlandi og í Kina, heldur hann.

– Í dag eri sendistovur ikki bara til handil, men tær verða eisini brúktar til samskifti innan gransking, skúlaskap, mentan, og annað og tí er tað sjálvsagt, at vit hava eina sendistovu í USA, sigur hann.

Jenis av Rana heldur eisini, at tað hevði verið náttúrligt, at amerikanarar fingu sær eitt konsulát í Føroyum, akkurát sum teir hava gjørt í Grønlandi.

Jenis av Rana heldur ikki, at tað er nakar sum helst trupulleiki, at USA hevur fingið so stóran áhuga fyri Føroyum.

– Eg havi einki ímóti, at tey vísa áhuga fyri okkum okkum. Eg ætli mær at taka ímóti bæði amerikanarum, og øðrum við opnum sinni, men tað vera so vit, sum avgerða­ hvat skal henda, og  tað eru vit, sum seta treytirnar, sigur Jenis av Rana við Sosialin.

Meiri er at lesa í Sosialinum hetta vikuskiftið.