– Ja, eg kann vátta, at eg stilli uppaftur til býráðsvalið í Havn.
Tað sigur Sjúrður Olsen eftir at Havnar Framburðsfelag í gjárkvøldið hevði triðja og seinasta uppstillingarfund.
Sjúrður Olsen hevur sitið í Tórshavnar býráð fyri Fólkaflokkin síðani 2000. Hann segði við in.fo fyrr í vikuni, at hann hevði ikki tikið støðu til, um hann skuldi bjóða seg framaftur.
Hann segði tá, at tað var tí, at nógvar av uppgávunum sum býráðslimur skulu røkja í dagtímunum, og tað ber ikki til, tá tú ert í leiðandi starvi í vinnulívinum. Sjúrður Olsen er ein av stjórunum hjá Bygma Balslev.
– Men eg ætli mær at broyta fundarskipanirnar soleiðis, at meira av arbeiðinum aftur kann liggja uttan fyri vanliga arbeiðstíð, sigur Sjúrður Olsen.
Hann sigur, at tað serliga er stóra útbyggingin av Tórshavnar havn, sum liggur honum á hjarta.
– Eg havi brúkt sera nógva tíð upp á hetta arbeiðið, og eg vil fegin vera við til at gera tað ligðugt, sigur hann.
– Men vit hava stórar avbjóðingar í Havn, sigur Sjúrður Olsen og vísir millum annað á eldraøkið, sum er ein stór avbjóðing fyri Tórshavnar kommunu.
Um komandi samstarv í býráðnum er Sjúrður Olsen ikki so opinskáraður, men hann sigur, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin hava havt sera gott samstarv seinastu fýra árini, sum væl kann halda fram. Hann sigur, at tað kann tykjast tungt, tá ein flokkur hevur meirilutan einsamallur, so sum Javnaðarflokkuri hevur havt. Men hann heldur kortini, at væl er komið burturúr.
Sjúrður Olsen er formaður vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu, sumsitur Tórshavnar Havn. Á seinasta býráðsvalið var Sjúrður Olsen fyrst valdur á fólkaflokslistanum við 310 atkvøðum.