Hann øtlar vindin

Fleiri djúp lágtrýst yvir Atlantshavinum nærkast Íslandi av suðri og útsynningi. Eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni og vindi fer mikudagin fram við Føroyum av vestri, og hósdagin fer eitt nýtt brúgvalag framvið. Hetta óstøðuga og lýggja veðri, tó við nógvum vindi, varðir við.

 

Í dag

Lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 3 til 8 m/s, men seinnapartin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 4 og 9 stig. Í kvøld sum frá líður skýggjað og í nátt møguliga regn. Hann øtlar vindin í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Í morgin

Fyrrapartin hvassur vindur ella skrið av suðri og landsynningi, 15 til 20 m/s, skýggjað og regn. Seinni andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, og tað klárar í, tó okkurt æl. Um náttina turt og lutvíst klárt, hann lækkar í ein sunnan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein útsynning. Skýggjað og eitt skifti regn, seinni turt og sólglottar, tó møguliga okkurt æl. Hitin millum 6 og 9 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í strúkur í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og møguliga regn ella ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig.

 

Leygardagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í løtum upp í skrið, 18 m/s. Fyri tað mesta skýggað og samdrigið og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í strúkur í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað ella samdrigið og stundum regn. Hitin millum 7 og  10 stig.