Í gjár legði norski Erik Aanderaa frá landi í Íslandi við seglbáti sínum, og nú er hann í Føroyum. Hann ætlaði sær í land, men tað kemur hann ikki allíkavæl, tí Føroyar eru komnar á tann reyða listan hjá Noregi, sum merkir, at tað verður mælt norðmonnum frá at koma til Føroya, og at mann skal í kravt sóttarhald í 10 dagar, tá mann kemur til Noregs aftur, um mann vitjar í Føroyum.
Norðmaðurin siglur einsamallur við seglbátinum "Tessie", og hann fer nú at seta kós móti Hetlandi í staðin fyri at steðga í Føroyum fyri at sleppa undan sóttarhaldinum.
Erik Aanderaa var í Føroyum fyri fyrstu ferð í apríl í fjør, tá hann sigldi úr Hetlandi aftaná at hava siglt úr Noregi til Hetlands. Hann hevði áðrenn hetta leingi droymt um at sigla til Føroya einsamallur við seglbáti, og í fjør bleiv dreymurin so til veruleika.
Erik Aanderaa skrivar á facebookvanga sínum, at tað er keðiligt, hann ikki sleppur í land, men hann góðtekur tað, tí hetta er støðan í dag.
Tú kanst lesa meira um norska ævintýraran HER.
##med2##