Hann rak Kjeld Inge Røkke úr Alaska

Maðurin, sum fekk kongressina til at útihýsa útlendskum reiðarum, er nú skuldsettur fyri mutur, tí hann ikki hevur givið upp gávur fyri 1,3 miljónir krónur Í nítiárunum hevði kendi norski ríkmaðurin, Kjeld Inge Røkke, nógv skip í amerikanskum sjógvi, og eitt nú gjørdu hesi skip norðmannin rættiliga múgvandi við veiði eftir alaska pollokk, sum var í stórari kapping við annan fisk á evropeiska marknaðinum.

Men ævintýrið hjá Kjeld Inge Røkke í Alaska og aðrastaðni í amerikanskum sjógvi fekk ein bráðan enda, tá senatorurin í Alaska, Ted Stevens, fekk kongressina til at útihýsa útlendskum reiðarum í amerikanskum sjógvi.

Men nú er annars háttvirdi maðurin, sum fekk kongressina til at útihýsa útlendskum reiðarum, sjálvur skuldsettur fyri mutur, tí hann ikki hevur givið upp gávur fyri 1,3 miljónir krónur frá oljutænastufelagnum, Veco.

Sjálvur fekk Kjeld Inge Røkke 465 miljónir krónur úr USA sum endurgjald fyri at gevast at fiska.

Ted Stevens hevur í meira enn seksti ár verið í almennari tænastu, og longu undir seinna veraldarbardaga var hann við í Army Air Corps í USA. Hann hevur fingið nógvar virðislønir fyri sína longu og trúgvu tænastu.

Í byrjanini av sekstiárunum gjørdist Ted aktivur í politikki. Hann kom til Alaska, har hann seinni varð valdur sum senatorur, og heilar seks ferðir megnaði hann at vera valdur í senatið.

Í dag er Ted Stevens senatorur og seniorlimur í Alaskas Congressional Delegation.