Hann oyðslar

Kongurin í Swazilandi har suðuri í Afrika ber orð fyri at oyðsla almennar pengar burtur, og enn er einki, sum bendir á, at hann letur tær nógvu atfinningarnar við seg koma.

Nú um dagarnar frættist, at Mswati 3. hevur keypt sær ein bil av slagnum Daimler Maybatch 62 fyri smáar tríggjar milliónir krónur. Frammanndan hevur hann fleiri bilar av sløgunum BMW, Mercedes og Rolls Royce. Fyri tveimum árum síðani ætlaði hann at keypa sær eitt privatflogfar fyri smáar 250 milliónir krónur, men tað keypið varð kortini av ongum.

Andstøðan hevur leingi mótmælt levnaði kongs, men uttan úrslit. Útlendskir politikarar hava eisini mótmælt. Teir vísa á, at 600 prosent av fólkinum í Swazilandi livir undir fátækramarkinum hjá ST. Í løtuni fáa umleið 150.000 swazibúgvar stuðul frá ST, so tey kunnu fáa mat í munnin, skrivar AP.