Svenska løgreglan hevur í morgun havt ein tíðindafund um álopið á ein svenskan skúla í gjár.
Løgreglan metir nú, at álopið á skúlan var fyrireikað og at orsøkin var fremmandahatur.
21 ára gamla sviin drap ein lærara og ein næming og særdi tvey onnur fólk, tá hann leyp á tey við svørði og knívi. Maðurin var ílatin hjálm, síðan frakka og masku.
Í nátt fann løgreglan bilin hjá drápsmanninum nærindis skúlanum. Í bilinum lá slírin til svørðið.
Løgreglan metir nú, at fremmandahatur var orsøkin til álopið. Á tíðindafundinum segði løgreglan, at drápsmaðurin tilvitað legði á fólk við myrkari húð. Tey, við ljósari húð vóru ikki álopin. Vakmyndatól vísa, at maðurin møtir fólkum við ljósari húð og at hann steðgar at tosa við tey. Myndirnar vísa eisini, hvussu hann gongur runt á skúlanum og loypir á tey, ið hava myrka húð. Løgreglan er tí sannførd um, at talan er um hatursbrotsverk orsaka av fremmandahaturi.
Løgreglan sigur, at hann hevur tilvitað valt síni offur. Hann hevur gingið frá hurð til hurð á skúlanum og valt ávísar persónar.
Løgreglan sigur eisini, at drápsmaðurin var einsamallur um illgerðina. Undir húsarannsókn heima hjá drápsmanninum fann løgreglan tað, tey kalla eitt slag av sjálvmorðsbrævi.
- Drápsmaðurin hevur skrivað brævið og hann greiðir frá ymiskum, sum ger, at vit knýta hesa illgerðina upp móti hatursbrotsverkum. Hann skrivar eisini um seg sjálvan, og hvat fer at henda við sær. Vit meina at álopið er fyrireikað, sigur kanningarleiðarin.
Hóast løgreglan er sannførd um, at maðurin var einsamallur um illgerðina, kannar hon nú hansara telefon og dátuferðslu, fyri at vita, um hann kann knýtast at ávísum høgraradikalum umhvørvum.