Hann kann ikki vinna næsta val

Tveir triðingar av teimum donsku veljarunum vænta ikki, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, er førur fyri at tryggja sitandi stjórn afturval á næsta fólkatingsvali. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Greens hevur gjørt fyri Børsen.

Kanningin vísir eisini, at hevði fólkatingsval verið í dag, høvdu andstøðuflokkarnir fingið 90 fólkatingsumboð, og Helle Thorning-Schmidt hevði tikið við sum stjórnarleiðari.

Eisini vísir kanningin, at Sosialdemokratarnir høvdu verið størsti flokkur við 26,2 prosentum av atkvøðunum.