Fyrrverandi letlendski trygdarovastin, Herman Simm, bleiv tikin í heyst, tí tað bleiv avdúkað, at hann hevði njósnast fyri Russland. Sum trygdarovasti var hann við í ymsum samstarvi millum Letland og NATO og fleiri NATO-lond, og hann kann tí hava útvegað sær hernaðarlig loyndarmál og latið russum tey.
Norska blaðið Aftenposten skrivar, at Herman Simm hevði millum annað samband við norsku verjuleiðsluna og norsku trygdarleiðsluna, og stjórin í trygdartænastuni, Geir A. Samuelsen, váttar fyri blaðnum, at málið viðvíkjandi Herman Simm kann vera sera álvarssamt. Fyrrverandi letlendski trygdarovastin var fleiri ferðir í Noregi. Seinast var í 2004.
Herman Simm bleiv tikin í Tallinn í heyst, og ætlandi kemur rættarmálið fyri rættin beint eftir nýggjár. Verður hann dømdur sekur, kann hann fáa upp í 15 ára fongsul.