Hann hugdi eftir skeivum liði

NSÍ venjarin var mikukvøldið í Gundadali og kannaði B36, tá hann kom til hús aftur, fekk hann at vita, at teir í staðin skuldu spæla ímóti HB!

Jógvan Martin Olsen fer í morgin fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina av NSÍ í landskappingini. Hann fyrireikar seg altíð væl til uppgávurnar, og soleiðis ætlaði hann eisini, at tað skuldi vera hesa ferð, men tað bleiv ikki heilt, sum hann hevði ætlað.
Mikukvøldið fór hann í Gundadal at kanna B36, sum NSÍ skuldi spæla ímóti á útivølli í fyrsta umfarinum.
? Í steðginum fekk eg at vita, at vit skuldu ikki spæla ímóti B36. Eg hoyrdi, at vit í staðin skuldu spæla sætta umfarið fyrst. Eg hevði ikki skipanina uppi á mær, so eg vitsti ikki fyrrenn eg kom til hús, at tað var HB, sum vit skuldu spæla ímóti sunnudagin, sigur Jógvan Martin Olsen.
NSÍ venjarin sigur, at HB vísti sera gott avrik mikukvøldið:
? Teir vóru góðir á øllum økjum. Tekniskt, kropsliga, taktiskst og sinniliga vóru teir so væl fyri, sum tað kann roknast við, at nakað lið er so tíðliga á árinum. Mínir spælarar hava ofta staðið seg væl í Gundadali. Møguleikin fyri góðum úrsliti er til staðar, men vit vita allir, at vit skulu lyfta okkum til tað allar besta, um nakað skal fáast burturúr.
Allir NSÍ spælararnir eru tøkir. Sunnudagin fingu teir ein orduligan kvøkk í steypakappingini, men tað eydnaðist akkurát at vinna plássið í hálvfinaluni í steypakappingini fyri nøsini á FS Vágum.

HB væl fyri
Fótbóltur er eitt undarligt spæl. Í fjør var HB leingi í botninum. Eingin landskappingardystur er spældur enn, men avrikini hjá HB higartil boða frá, at teir vera betri við í ár? sjálvt um spælararnir so at siga eru teir somu, og venjarin er tann sami. Ein broyting er, at nú er Kári Nielsen hjálparvenjari. Hann var ein stórur stríðsmaður, tá hann spældi, og tað smittar ivaleyst av á spælararnar.
Ímóti NSÍ hevur HB somu manning, sum teir høvdu mikukvøldið ímóti B36. Annars siga teir í HB, at fyri fyrstu ferð í fleiri ár verður eingin leikskrá til dystin í morgin. Teir skuldu havt spælt á Toftum. Leikskráni ímóti KÍ á heimavølli komandi hósdag er komin undir land, men skotbráðið hevur verið ov stutt at gera skrá, síðani HB mikukvøldið frætti, at teir eiga heimadyst bæði í øðrum og í fyrsta umfarinum.