Seinasta fríggjakvøld skipaði Býráðið í Klaksvík fyri móttøku, í samband við at Steingrímur Weihe, fór frá sum kommunulækni.
Nógv fólk komu saman hetta kvøldið, og nógv varð tosað um viðurskiftini í arbeiðnum hjá kommunulæknanum øll hesi árini, Steingrím Weihe hevur starvast i Klaksvík.
Nógvar røður vóru hildnar eins og gávur og blómur handaðar heiðursgestinum.
M.a. helt Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi røðu fyri Steingrími Weihe. Hann tosaði um samskiftið teirra millum.
Aðrir røðarar vóru Páll á Dul og Jógvan Gerðalíð, sum greiddu frá, hvussu tað var at heita á kommunulæknan, og Jógvan við Keldu, býráðsformaður helt røðu vegna Klaksvíkar Kommunu.
Býráðsformaðurin handaði kommunulæknanum gávubræv, at nýta í Gallerí Caroline, sum dóttur Fridtjof Joensen, listamaður sáli, eigur.
Steingrímur Weihe er 67 ára gamal, og hóast einki aldursmark er fyri, hvussu gamlir kommunulæknar kunnu vera í starvi, heldur hann, at tíðin er komin at gevast.
Stóri trupullekin hevur verið at fingið nýggjan kommunulækna í hansara stað. Starvið hevur verið lýst leyst tvær ferðir, men nú eru útlit fyri at ein danskur kommunulækni við ársbyrjan tekur yvir starvið í Klaksvík.
Steingrímur Weihe er av Skála. Hann fór blaðungur til Havnar at ganga í preliminerskúla, og seinni á studentaskeið, sum tað kallaðist tá.
Eftir studentsprógvið fór hann niður at lesa. Í fyrstuni las hann verkfrøði, men fór árið eftir at lesa medisin.
Hann var liðugur við útbúgvingina í 1965, og fór beinleiðis til Klaksvíkar at virka sum kommunulækni, har hann hevur verið síðani.
Um arbeiðið í Klaksvík, sigur Steingrímur Weihe, at tað hevur verið nógv arbeiði, tí í hansara læknaøki vóru eini 2800 fólk. Vanliga talið í dag verður mett umleið 1400 fólk.
Tað eru ikki lønarviðurskiftini sum skapa trupulleikar, tí vit hava fingið góð viðurskifti fyri nøkrum árum síðan.Trupullekin er, at arbeiðið er so strævið, og at vit í minsta lagi hava vakt triðja hvørt samdøgur, sigur Steingrímur Weihe.
Fyri 25 ár síðan hevði hann eitt uppskot at seta 40 kommunulæknar i Føroyum. Tá flentu fólk eftir hesum uppskoti, men Steingrímur Weihe heldur, at nú átti at verið fíggjarligt grundarlag fyri at víðka kommunulæknatænastuna. Tað hevði gjørt tað lættari at fingið fólk at arbeiða í hesum starvi.
Hetta er frameftir ein trupulleiki sum myndugleikarnir mugu taka støðu til, men enn eru bert 26 kommunulæknar í Føroyum.
Hvussu kennist tað at lata annan kommunulækna taka yvir tínar sjúklingar?
Tað er ikki so lætt sum eg hevði ímyndað mær. Eg kenni fólk gjøgnum fleiri ættarlið. Torførast er tó at sleppa børnunum, sum eg havi kent síðan tey vóru nýføðingar, og sum koma aftur til mín sum mammur og pápar - fyri ikki at tala um at fara frá ommum og abbum, sigur Steingrímur Weihe.
Tíðirnar eru eisini nógv broyttar í Klaksvík øll hesi árini. Tá Steingrímur Weihe kom til Klaksvíkar, var bert ein bilur í gøtuni har hann býr, umframt arbeiðsbilur hansara. Tá var friðarligari enn i dag, og ikki so nógv fólk heldur. Nú búgva eini 4800 fólk har norðuri.
Hann heldur kortini at fólkið hevur havt góðar liviumstøður í Klaksvík hesi árini, av tí at fiskivinnan hevur verið so støðug í Norðoyggjum.
Tað var ikki tann stóra frítíðin kommunulæknin hevði í fyrstuni, hægst tveir leygardagar og tveir sunnudagar um mánaðin. Tá var tað vanligt at kommunulæknar arbeiddu dag og nátt, og soleiðis var eisini, tá hann starvaðist á sjúkrahúsinum í Glostrup, áðrenn hann kom til Klaksvíkar. Arbeiðsvikan var tá umleið 100 tímar.
Talan var ikki um at hava fasta arbeiðsviku, tá eg kom til Klaksvíkar, men eg haldi ikki, at arbeiðið var so stressandi, sum tað kennist í dag.
Sjálvandi var ein yngri tá, og hóast tú varð vaktur fleiri ferðir um náttina, so hvíldist ein skjótari aftur, sigur Steingrímur Weihe.
Spurdur, hvat hevur havt størstu ávirkan á kommunulæknan hesi árini, sigur Steingrímur, at tað avgjørt hevur verið at kenna so nógv fólk so væl, gjøgnum langt tíðarskeið. Tað hava eisini verið tungar løtur í starvinum, men tað vil hann ikki tosa um.
Hjúnini Ásla og Steingrímur eiga trý børn, og tvey teirra búgva í Havn. Nú flyta foreldrini eisini til Havnar, har tey eiga sethús.
Spurdur hvat kommunulæknin skal taka sær til, nú starvið ikki bíðar longur, sigur Steingrímur Weihe, at hann nú fær stundir at gera alt tað, sum hevur ligið á láni. Hann fer at takast við eitthvørt, velta epli og grønmeti, og gera meir við einasta ítrivið, sum er at spæla bridge, og at lesa, men kanska eisini at vitja vinfólk.
Eg fari ikki heilt at leggja frá mær sum lækni, tí hóast tú ert givin í kommunulæknastarvinum, nýtist mær ikki gevast med alla.
Stórur munur er á at vera kommnulækni fyri 2800 fólkum, og at gevast, sigur Steingrímur Weihe, sum hevur nóg mikið at gera fyribils, við at flyta til Havnar.










