Hann hevur spælt til dans í 43 ár

? Tað kendist hugaligt at vera á pallinum aftur í Sjónleikarhúsinum, men eg saknaði Trúgva Restoff, sum plagdi at sløkkja ljósið, tá vit spældu tango, sigur Regin um tiltakið »Afturhvarv 98»

Tað vóru eisini fleiri, sum høvdu á orðið, at ljósið ikki var sum tað átti at vera í Sjóleikarhúsinum.

Hetta var nevnt, tá tónleikarnir spældu gogguløg, sum teir kalla. Hóast fleiri gamlir goggulimir vóru á palli, so saknaðu vit Rigmor Restorff, Trúgva Restorff og Annfinn Debes, sum ikki hættaðu sær at luttaka.

Eftirkomararnir vóru tó har, eitt nú Rasmus Rasmussen, sonur Rigmor, og Magnus á Kamarinum, sum eisini spældi í Gogguni og Regin Jacobsen, sonur Niels í Stórustovu, ið vóru teir ungu í Gogguni.

Regin Jacobsen var millum teirra, sum spældi í flest øllum tónleikabólkum í tiltakinum, og tí fekk hann ikki stundir at tosa so nógv við fólk.

? Eg eri bilsin, so væl fólk tóku undir við okkum. Tað var ein fragd at spæla, av tí at dansifólkið var so livandi, sigur ReginJacobsen.

Hann minnist aftur á gamlar dagar, tá hann sum hálvvaksin slapp við pápanum í Sjónleikarhúsið og sat á balkongini og lurtaði. Pápin eins og sonur spældu harmoniku og saxofon.

Sum smádrongur gekk at til orgulspæl, men tað kravdi at hann skuldi læra nótarnar. Tað tímdi hann ikki, og gavst.

13 ára gamal fór han at læra seg harmonikuspæl, men pápin vildi hava sonin at spæla eftir nótum, og tað gekk rímiliga væl.

Niels í Stórustovu var urtagarðsmaður, men alla sína tíð spældi hann saxofon og harmoniku, og undirvísi næmingum heima.

Tað var av tilvild, at Regin seinni fór at læra seg saxofonspæl. Tað kom av, at hann aftaná at vera útlærdur bakari, fór út at sigla, og seinni fekk arbeiði í Keypmannahavn.

Har hitti hann Karl Sigurd Bærentsen, sum hann kendi heimanífrá, og hesin visti hvar ein musiksskúli helt til, har teir kundu fáa undirvísing í kvøldskúlanum.

? Vit keyptu okkum hvør sína saxofon, og so fóru vit á musikkskúlan, sigur Regin.

Um tiltakið »Afturhvarv» sigur Regin, at hann var biðin um vera við í summar, tá hann var við Norrønu.

? Tá eg kom heimaftur í september mánaða, ringdi eg til Magnus á Kamarinum, fyri at vita, hvussu gekst at samla tónleikarar. Av tí at tey gomlu ikki vóru við, høvdu vit hug at gevast, men tað eydnaðist at fáa Rasmus og Eyðbjørn á Kamarinum, Karli Djúrhuus og Birgar Johannesen við, og so fóru vit til verka.

? Tað var stuttligt at spæla gamla goggutónleikin aftur, tí nú á døgum spæla vit nærum bert 60ara popptónleik í brúdleypsveitslum og øðrum veitslum, sigur Regin.

Hann spælir framvegis til dans, hóast tað ikki er so ofta longur. Aðrar uppgávur eru eisini, eitt nú at spæla løg inn á fløgur og tílíkt.

Regin hevur spælt í nógvum tónleikabólkum, bæði á harmoniku og saxofon:

? Mín tónleikabólkur var Flamingo, tí vit hava spælt longst saman, men nú spæla vit oftast bert til vælgerðarandi endamál, sigur Regin Jacobsen, sum heldur, at tað mest hugtakandi við hesum kvøldunum var at síggja allir tónleikararnir aftur frá fyrr í tíðini. Tey høvdu nógv at tosa um, og ikki minst um farnar tíðir.

? Nú ert tú vandur tónleikari, men var tað ikki torført at spæla, tá fleiri luttakarir ikki høvdu staðið á palli í fleiri ártíggjund?

? Eg havi tað soleiðis, at um tað nervaði meg at spæla, so hevði eg ikki farið á pall.

? Tað ræður bert um at lofta tí, um okkurt óvæntað hendir. Tað, at so livandi dansifólk vóru á gólvinum, og at tey møttu so væl upp, fekk okkum at gera okkara besta, sigur Regin Jacobsen, sum hóast hann er 59 ára gamal, enn venur hvørja viku.

? Eg verði ongantíð so vaksin, at eg gevist at spæla, sigur Regin, sum hevur innrættað sær venjingarhøli heima, har hann ótarnaður kann spæla, uttan at tað órógva familjuna, sum hann tekur til.