Enn er púra óvist, nær tað verður, at hvørt røktarheim fær sín egna, fasta kommunulækna. vit vit fáa ein kommunulækna. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, hevur spurt hann, hvussu tað gongur við arbeiðinum at seta eina skipan í verk við føstum røktarheimslækna. Hon vísir á, at Løgtingið hevur einmælt samtykt, at at vit skulu hava eina skipan við føstum røktarheimslækna.
Verandi skipan krevur nógva orku og tíð hjá læknum og starvsfólki á heimunum, sum kundi verið brúkt betur. Eitt nú vísa kanningar úr Danmark, at skipanin við føstum røktarheimslækna minkar munandi um innleggingar, umframt at óneyðug heilivágsnýtsla minkar munandi.
Landsstýrismaðurin sigur, at ein skipan við føstum røktarheimslækna kann skipast á ymsan hátt, og sambært Heilsutrygd ber tað eisini væl til at gera tað undir verandi skipan.
– Áðrenn farast kann undir eina skipan við føstum røktarheimslækna til røktarheimini, krevst, at kommunur og kommunulæknarnir, koma ásamt um, hvussu hetta tilboð kann skipast, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Við at skipa hetta undir verandi skipan, slepst undan at byggja eina nýggja skipan upp sum møguliga fer at hava fleiri útreiðslur við sær. Tað legði Løgtingið dent á, tá ið uppskotið varð samtykt, tí tá segði Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum, at talan er um eitt gott uppskot, men at tað er altavgerandi, at vit ikki fáa eina nýggja skipan til endamálið, sum fer at hava útreiðslur við sær.
Verður ein skipan sett í verk, har røktarheimini fáa fastan lækna, kunnu búfólkini velja um tey vilja varðveita sín egna lækna, ella um tey vilja hava lækna, sum hoyrir til røktarheimið.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at av tí, at tað longu ber til at fara undir eitt tilboð við røktarheimslækna undir verandi skipan, hevur hann sostatt ikki gjørt meira við málið enn.











