Hann heldur fram í trý ár afturat

Eingin stillar upp ímóti honum

Tað er nú greitt, at Ólavur Gunnarsson heldur fram sum formaður í Maskinmeisarafelagnum í trý ár afturat. Felagið hevur aðalfund í mars, men í gjár fór freistin at stilla upp til formansval í Maskinmeistarafelagnum.

Men tað er bara verandi formaður Ólavur Gunnarsson, sum hevur stillað upp til formansvalið og hann fer sostatt at halda fram í starvinum hesi næstu trý árini.