- Vit endurtaka, at Amerika, Avstralia, Bretland og Italia eru okkara fíggindar. Tit skulu vita, at so leingi tit royna at leggja Irak og Afghanistan undir tykkum, skulu tit fáa sviðan av okkara yvirgangi.
Boðskapurin var greiður á sjónbandsupptøkuni, sum indonesiska sjónvarpið Metro TV sendi í gjár. Einki varð sagt um, hvør maðurin á bandinum var, men indonesiski varaforsetin, Jusuf Kalla, vildi vera við, at talan var um Noordin M. Top. Hann er ættaður úr Malaysia og verður hildin at vera ein av teimum ovastu leiðarunum í asiatiska yvirgangsfelagsskapinum Jemaah Islamiah, sum er tann asiatiska deildin av al-Qaeda.
Hetta ver fyrstu ferð, at ein sjónbandsupptøka av hesum slagnum er komin undan kavi í Indonesia, og avstralsku myndugleikarnir vóru eisini skjótir at siga frá, at teir taka hóttanina í størsta álvara. Alexander Downer, uttanríkisráðharri, segði við Reuter, at hóttanin er álvarssom, men at landi kortini ikki letur seg ræða av einum so víðgongdum sum Noordin M. Top.
Á bandinum verða øll, sum styðja George W. Bush og Tony Blair ávarað.
- Vit skulu minna allar stuðlar hjá Bush og Blair á, at eisini teir eru okkara fíggindar, og teir eru eisini okkara álopsmál, sigur maðurin á sjónbandinum.
Indonesiska løgreglan sigur, at sjónbandið varð funnið í einum húsum miðskeiðis á oynni Java í síðstu viku, og at , og at Noordin M. Top hevði leigað húsini. Undir átakinum skutu løgreglumenninir yvirgangsmannin Azahari bin Husin. Indonesisku myndugleikarnir vilja vera við, at tað vóru hann og Noordin M. Top, sum skipaðu fyri bumbuatsóknini á Bali í 2002, ið kravdi 202 mannalív. Hildið verður, at tað vóru eisini teir, sum skipaðu fyri atsóknini at avstralsku sendistovuni í Jakarta í fjør, og sum kravdi 10 mannalív.










