Hann fekk tíggju ferðir lívlangt fongsul

 Eg vóni, at ein dag fer Guð at góðtaka meg, segði drápsmaðurin Dennis Rader, tá hann fekk dómin

Tann 60 ára gamli Dennis Rader hevur greitt frá, at tað vóru illir andar, sum fingu hann at beina fyri tíggju fólkum í árunum frá 1974 til 1991.
Løgreglan í amerikanska statinum Kansas stóð á berum øll árini. Drápsmaðurin nevndi seg BTK "bind, torture, kill" (bind, pín, drep), men hóast stór løgreglulið royndu at loysa gátuna, bleiv hann ikki avdúkaður.
Ikki fyrr enn í februar í ár bleiv Dennis Rader tikin, og í juni viðgekk hann, at hann hevði beint fyri sjey kvinnum, einum manni og tveimum børnum. Hósdagin fekk hann revsingina: Lívlangt fongsul fyri hvørt morðið.
 Eg vóni, at ein dag fer Guð at góðtaka meg. Tað hevur verið myrkt, men eg haldi, at eg hómi ljósið nú, segði Rader, tá hann hevði fingið dómin.
Kansas hevur deyðarevsing, men hon bleiv ikki sett í gildi fyrr enn í 1994 og tískil aftan á morðini, og tí kann Rader ikki dømast til deyða.