Løgmaður hevur í dag sett Herálv Joensen í starv sum aðalstjóra í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Tað boðar hann frá beint nú, og sostatt er mest umstrídda starv í Føroyum nú loksins sett.
Herálvur er 54 ára gamal. Hann er útbúgvin løgfrøðingur á Københavns Universitet, og hevur harumframt eina master í altjóða lóg.
Seinastu árini hevur Herálvur verið stjóri á Føroya Reiðarafelag.
Hann hevur royndir sum aðalstjóri í bæði Oljumálaráðnum og Fiskimálaráðnum. Eisini hevur hann verið deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, stjóri fyri uttanríkistænastuna og eitt skifti sendimaður Føroya í Keypmannahavn.
Herálvur Joensen byrjar í nýggja starvinum 1. januar 2017.
Starvið er umstrítt, tí upprunaliga varð John Rajani settur í tað, men landsstýrismaðurin, Poul Michelsen, vrakaði starvssetanina, tí hann hevði ikki álit á John Rajani. Sostatt varð starvið lýst leyst av nýggjum.
John Rajani boðaði frá, at hann læt umsóknina standa við, men tað var til fánýtis, tí nú er annar umsøkjari settur.