Hann fekk meg at mála

Listamaðurin Amariel Norðoy hevur mist ein góðan vin, nú Hans Jákup Glerfoss andaðist í Hirtshals sunnudagin.

- Ja, saknur verður í Hans Jákup. Tað er sikkurt og vist, sigur Amariel Norðoy við Sosialin í morgun.

Boðini um deyða málarans koma ikki óvart á Amariel Norðoy, listamann, sum er staddur í Keypmannahavn. Hann visti, at Hans Jákup Glerfoss var viknaður í seinastuni.

Teir báðir vóru góðir kammirátar, og Amariel Norðoy lýsir vinmannin sum ein evnaríkan málara og teknara, og ein dugnaligan yrkjara.

Teir báðir komu nógv saman í yngri árum, áðrenn Hans Jákup Glerfoss flutti av landinum. Fyrst til Svøríkis og síðstu árini í Hirtshals. Men tað var lívið í Norðoyggjum, sum sameintu teir báðar.

- Vit komu nógv saman í Klaksvík, har hann eisini legði mær lag á at mála. So eigur avgjørt part av æruni fyri, at eg valdi listina sum lívsleið, sigur Amariel Norðoy.

Hann greiðir frá, at millum fremstu myndevnini hjá Hans Jákup Glerfoss var Mikladalur og Borðoyavík - bygdirnar og umhvørvið har norðuri.

- Listarliga var hann í hæddini í 70árunum, tá hann fann myndaevnini norðanfyri, tá hann málaði í dimmum og døkkum gráum, svørtum og hvítum. Men tað var sum um at hann misti tráðin, ella motivið, tá hann flutti úr Klaksvík. Tó hevði hann eisini nøkur góð ár úti á Reyni í Havn, tá hann búði har saman við Marnu av Kamarinum, sigur Amariel Norðoy.