Tað avdúkaði sjónvarpið BBC í einari sending í gjárkvøldið, og sambært sendingini var bretska verjumálaráðið vitandi um tann ovurstóra muturin.
Í 1985 skrivaði Saudiarabia undir ein risastóran sáttmála um vápnakeyp úr Bretlandi. Sáttmálin umfataði millum annað 72 nútímans stríðsflogfør av slagnum Tornado og 30 flogfør av slagnum Hawk, og fyri vápnini skuldi Saudiarabia gjalda meiri enn 450 mia. krónur.
Bandar prinsur, sum er sonur saudiarabiska verjumálaráðharran, var saudiarabiskur sendiharri í USA, men gjørdi eftir øllum at døma sítt til, at Bretland fekk tann stóra sáttmálan. Í sendingini hjá BBC kom fram, at Bandar prinsur fekk nógvar pengar fluttar á sína bankakontu í USA, stutt eftir at vápnasáttmálin var undirskrivaður. Talan var um meiri enn eina mia. krónur um árið í fleiri ár.
Sambært BBC visti verjumálaráðið í London, at mutur var uppi í handlinum, og bretsku myndugleikarnir royndu eisini at fáa BBC at taka sendingina av skránni. Tony Blair, forsætisráðharri, skal hava mælt støðini frá at gera meiri burtur úr málinum, men til fánýtis.