Hann er vónbrotin av Høgna Hoydal

Eftir at hava hoyrt floksformannin, og onnur í Tjóðveldi, er hann farin at hugsa um, at onkur er minni tjóðveldisfólk enn onnur

Eg eri eitt sindur vónbrotin av formanninum í Tjóðveldi. Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, og tingmaður fyri Tjóðveldi. 

 

Hann hevur lagt eitt ógvuliga umstrítt uppskot fram um at avtaka fólkatingssessirnar. Og sum vit skrivaðu fyrr í morgun, heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi at fólkatingsessirnir og loysingin hanga óloysiliga saman. Hann tekur undir við at avtaka fólkatingsessirnar, men tað er ein treyt, at alt vald yvir Føroyum samstundis verður flutt til Føroyar.

 

– Eg eri eitt sindur vónbrotin av formanninum í Tjóðveldi, tí eg haldi ikki, at hetta uppskoti um at avtaka fólkatingsessirnar sal knýtast saman við loysingini.

 

Páll á Reynatúgvu ger ikki mun á, hvør er betri loysingafólk enn onnur. Men hann sigur, at eftir at hava hoyrt floksformannin, og onnur í Tjóðveldi, er hann farin at hugsa um, at onkur er minni tjóðveldisfólk enn onnur, sigur hann. 

 

Tað eru fleiri tinglimir í Tjóðveldi, sum knýta loysingina og avtøkuna av fólkatingsesseunum, saman og Páll á Reynatúgvu sigur, at verður alsamt meiri ósamdur við tey í hesum máli.

 

Hann sigur, at hetta er eitt uppskot, sum hevur eittans endamál, og tað er at avtaka fólkatingsessirnar við tí endamáli at avmontera okkara leiklut í einum øðrum tingi. Hann sigur, at Tað er Løgtingið, sum er lóggevandi valdið hjá føroyingum, og tað er á Løgtingi, at avgerðirnar skulu takast, og ikki á einum útlendskum tingi.

 

Páll á Reynatúgvu heldur ikki, at spurningum um fólkatingsessirnir, og spurningurin um loysingina, eiga ikki at verða tvinnaðir saman. Og spurningurin um at knýta fólkatingssessirnar, og loysingina, saman, er heldur ikki ein spurningur, sum hevur verið til viðgerar í Tjóðveldi.

 

– Eg haldi ikki, at Tjóðveldi eigur at stilla upp til Fólkatingi, og vit skulu heldur ikki søkja um pengar á donsku fíggjarlógini.

 

Páll á Reynatúgvu heldur eisini, at tað er ein stórur trupulleiki fyri jóðveldisfólk, sum verða vald á Fólkating, at tey verða noydd at skriva undir upp á, at tey virða donsku grundlógina. Longu tá er nógv tapt hjá einum tjóðveldisfólki, leggur hann afturat. 

 

Hann vísir eisini á, at fyri ein stóran part er trúfesti hjá einum knýtt at, hvaðani tey fáa løn og eftirløn. Men trúfesti hjá einum føroyskum politikara, skal ikki liggja á danska fólkatingi, men á okkara egna Løgtingi, og ikki nakra aðrastaðni, sigur hann.

 

Hann heldur eisini, at tað er Føroya Landsstýrið, sum skal avgreiða okkara viðurskifti við umheimin, og ikki tvey, tilvildarliga vald fólkatingsumboð úr Føroyum.