Hann er ósamdur við løgmann um koronu

Men hann fer ikki at ganga ímóti samgonguni og at atkvøða fyri einum uppskoti, sum er lagt fyri Løgtingið

Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, er ikki samdur við koronu-politikkin hjá løgmanni og samgonguni.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur hildið fast um, at vit skulu stýra okkum ígjøgnum farsóttina við tilmælum, og við at vísa fólki álit, og ikki við forboðum. Men fyrr í hesum mánaðinum gjørdi Jákum Mikkelsen vart við, at eftir hansara tykki eiga vit at yvirtaka farsóttalógina og gera tað til føroyskt málsøki, so at vit kunnu seta okkara egnu fyriskipanir í verk.

Samstundis hevur Løgtingið, í tveimum umførum, samtykt, at skeinkistøð og matstovur, skulu lata aftur. Men tað er gjørt við matstovulógini í hondini, samstundis sum at løgfrøðingar, bæði í Føroyum og í Danmark, hava staðfest, at tað er ólógligt at brúka matstovulógina at forða fyri smittuspjaðing. Heimildin at lata matstovur og skeinkistovur aftur, gongur út fyrsta februar, og tingmenn í samgonguni hava boðað frá, at teir vilja ikki leggja atkvøður til at leingja hana.

Samstundis hevur løgmaður gjørt greitt, at hann fer ikki at yvirtaka farsóttalógina í óðum verkum, mitt í eini farsótt, tí tað er eitt mál, sum skal fyrireikast væl.

Jákup Mikkelsen heldur fast um, at vit eiga at yvirtaka lógina, so at vit fáa heimild til at taka skjótar avgerðir. Eitt nú heldur hann, at vit eiga at fáa heimild til at krevja at fólk, sum koma higar, skulu í sóttarhald.

Annars hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri Løgtingið um at yvirtaka bæði landslækna og farsóttarlóg og tað málið skal Løgtingið taka støðu til í dag.

Men Jákup Mikkelsen sigur, at hann fer ikki at atkvøða fyri tí, hóast hann tekur undir við, at vit skulu yvirtaka málsøki.

Hann sigur, at yvirtøkan av farsóttarlógini er bara ein partur av uppskotinum hjá Tjóðveldi. Men annars er samgongan samd um, at tey fara ikki at samtykkja mál, sum semja ikki er um í samgonguni – og tí fer hann heldur ikki at atkvøða fyri hesum uppskotinum.