Tað er bara ein spurningur um pengar. Vil Løgtingið játta pengarnar, verður ein lóg løgd fyri Løgtingið, og so verður arbeiðið gjørt. Tað sigu Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt landsstýrismannin, hvussu gongur at gera Funningsfjarðarvegin lidnan. Hann vísir á, at í ár eru 4,75 milliónir játtaðar til vegin. Hann vísir á, at tað hevur gingið meiri enn striltið at fáa játtan til at breiðka vegin fyri og til at gera ábøtur á vegin.
Hann vísir á, at vegurin er einsporaður og har er nógv ferðsla við bussum, sum koyra við ferðafólki til vælumtóktu ferðamálini Elduvíkar, Funnings og Gjáar; umframt alla ta dagligu ferðsuna.
Jørgen Niclasen ásannar, at vegurin er ikki gjørdur til ferðsluna í dag. Men ein ætlan fyriliggur um at gera allan vegin tvíbreytaðar, umframt at gera vegin beinari, at asfaltera hann, gera vegjaðara báðu megin og at gera gongubreyt framvið einum parti av strekkinum.
Jørgen Niclasen sigur, at eingin játtan hevur verið til Funningsfjarðarvegin á fíggjarlógini í minst 20 ár. Men í 2019 vórðu 2,7 milliónir játtaðar til at breiðka vegin og í ár eru 4,75 milliónir játtaðar til sama endamál. Tá ið játtanin er brúkt, eru eini 1,9 kilometrar av Funningsfjarðarvegnum, breiðkaðar.
Men Landsverk hevur mett, at verður vegurin eisini breiðkaður til omankoyringina í havnalagið, verður hann 2,43 kilometrar langur og tað ferð at kostar eini 19-20 milliónir og sostatt skulu 11-12 milliónir játtast afturat til vegin.
Jørgen Niclasen sigur, at sum støðan er nú, verður arbeiðið boðið út so hvørt peningur verður játtaður. Hann heldur, at tað er altíð best at gera eitt slíkt arbeiði í einum. Hann sigur, at játtar Løgtingið neyðugan pening, verður restin av vegnum boðin út í einum. Annars upplýsir hann, at eftir langtíðarætlanini, verður Funningsfjarðarvegurin gjørdur liðugur í 2026 - 2027.