Hani millum hønur og kvinna sum timburmaður

– Eg fekk eitt tilboð, sum eg ikki kundi siga nei til, sigur Sunniva Sólarris, sum er farin í læru sum timburmaður. Løgfrøðin er skift út við timbur, og stilettirnar settar á hillina til frama fyri trygdarskógvarnar.

 

– Eg havi ongar planir um at fara í skúla aftur ella arbeiða aðrastaðni, tí at flúgva er tað, sum eg vil. Eg eri rótleysur og friðleysur av náttúru. Mangan havi eg eisini ivast í, um eg nakrantíð fór at finna mína hill, men tá eg fór at flúgva, kom ein friður yvir meg. Tað er hetta, ið eg skal gera.

 

Tað sigur 25 ára gamli Asger Eið, ið starvast sum flogtænari umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways, við vikuskiftis-Sosialin.

 

Lesið um tvey, sum hava gjørt upp við klassisku kynsnormarnar uttan trupulleikar.

 

Trýstið á pílin á myndini og hoyrið Barbaru Holm, redaktør á Vikuskiftis Sosialinum greiða frá innihaldinum í blaðnum, sum fæst í blaðsølum kring landið – og sum eisini kann keypast í talgildum formi á www.sos.fo