Seinnapartin fríggjadagin var semja undirskrivað millum øðrumegin Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna og hinumegin Fíggjarmálaráðið.
Semjan merkir, at mánaðarlønin hækkar 2,3 % tann 1. oktober í 2017 og 2,4 % tann 1. oktober í 2018.
Umframt lønarhækking, er lønarstigin styttur tvey stig, og framyvir fáa handverkarar eisini eftirløn av persónligum ískoytum sambært § 5 í sáttmálanum.
Ásetingarnar um barnferð eru broyttar eins og í øðrum semjum, ið eru gjørdar hetta skeiðið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálanum altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.










