Handverkarar fingu framkallivesku á seg

Fyri nøkrum døgum síðani kom fram, at á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum hava tey seinastu mongu árini koyrt vandamikla og umhvørvisskaðiliga framkallivesku á bláman. Orsøkin til, at málið kom fram er , at handverkarar fingu veskuna á seg, tá teir í arbeiðsørindum kappaðu eitt rør

Tá handverkarar kappaðu eitt rør á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, fingu teir vandamikla framkallivesku yvir seg. Úrslitið var, at teir bólgnaðu upp í andliti.

At teir júst vóru á einum sjúkrahúsi, kann metast heppi í slíkum føri.Læknar mettu tó, at vandi var ikki fyri at menninir fingu mein.

Á Arbeiðseftirlitinum vátta tey, at slíkt óhapp fór fram á Landssjúkrahúsinum. Somuleiðis vátta tey, at um handverkararnir t.d. høvdu fingið vandamikla løgin í eyguni, so hevði staðið verri til.


Kanna málið

Arbeiðseftirlitið kannar í løtuni málið. Tey duga ikki júst at greina, hvat er í slíkari framkallivesku, men meta tó, at t.d. tungmetal er í

Kannað verður í løtuni, hví slíkt kann henda, tí arbeiði av hesum slag skal vera lagt tilrættis, siga tey á Arbeiðseftirlitinum.

Orsakað av vanlukkuni á Landssjúkrahúsinum kom fram, at Røntgendeildin seinastu 8 árini hevur latið um 50 litrar av vandmiklum løgi á bláman.

Torført er at fáa viðmerkingar frá myndugleikunum um málið. Tað eydnaðist ikki blaðnum at hitta Jákup Mørkøre, Sjúkrahússtjóra, í gjár.


Felagið veit einki

Havnar Handverkarafelag visti í gjár einki um óhappið. Har siga tey, at løgtingslóg nummar 58 um arbeiðaravernd er galdandi í slíkum málum, um eingin onnur avtala er. Arbeiðseftirlitið skal hava eftirlitisfólk á øllum arbeiðsplássum. Men Handverkarafelagið sigur seg duga at síggja á listanum, at hann verður ikki dagførdur. Eisini siga tey, at trupulleikin er, at Arbeiðseftirlitið veit ikki hvussu langt teir kunnu fara, uttan at blanda seg uppí avtaluna millum arbeiðsgevarar og arbeiðspláss. Landsstýrið vísir til Arbeiðseftirlitið í slíkum málum. Sostatt rennir ein seg ímóti alla tíðina, siga tey í Havnar Handverkarafelag, har tey av somu orsøk heldur ikki fáa skrásett vanlukkur og heldur ikki skrásett tær rætt, sum annars er av stórum týdningi.


Starvsstovan visti einki

Beint áðrenn blaðið fór til prentingar eydnaðist at hitta leiðaran á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum annars hevði verið upptikin av fundi um málið í gjár. Bárður Enni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni visti í gjár ikki, hvussu málið um vandamikla burturkastið á Landssjúkrahúsinum var íkomið og um óhappið á Landssjúkrahúsinum.

Bárður Enni vísir til eina kunngerð um burturkast frá 1995, har sagt verður, at hetta er ábyrgd hjá kommununi. Hann metir tí, at kommunan skal taka sær av málinum, hóast Starvsstovan er yvir kommununi. Kommunan hevur eisini sagt Starvsstovuni, at skriv verður sent til sjúkrahúsið.Býráðið hevur eisini sagt Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at t.d. tannlæknar og fotohandlar senda sítt vandamikla burturkast niður til Kommune Kemi. Har hava tey eisini váttað, at tey fáa burturkast úr Føroyum, men um tey fáa alt og júst hvussu nógv, dugir Bárður Enni ikki at siga.

Bárður Enni vísur á, at málið er nýtt fyri honum.

Fólk spyrja í dag seg sjálvan, um ráðiligt er at eta grind, ið er hildin til í Sandagerði og um ráðiligt er at fara á seiðaberg í Havn.

- Tað er ilt at siga, men slíkt skal steðgast, tí tað er alt annað enn gott, sigur Bárður Enni um vandamiklu veskuna, sum seinastu 8 árini hevur funnið sær leið ígjøgnum rørini á Landsjúkrahúsinum og út á Havnarvág