Um 16.30-tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at tað var ófriður í Gamla kirkjugarði í Havn.
Í einum kirkjugarði eigur at vera friður, men soleiðis var ikki seinnapartin í gjár.
Løgreglan fór á staðið, og her vísti tað seg, at full fólk vóru í kirkjugarðinum og hildu gang.
- Meðan okkara fólk vóru í kirkjugarðinum, hendi tað, at tann eini, sum var her, spýtti á eitt av løgreglufólkunum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hetta førdi til eina handtøku.
- Maðurin varð leyslatin aftur seinni í gjárkvøldið, men er skuldsettur fyri at gera seg inn á tænastufólk í arbeiði, legði vaktleiðarin aftrat.