Handtikin fyri at hava almannakunngjørt nýggjan sang hjá Madonnu

Ein maður í Spania er handtikin fyri at hava kunngjørt ein nýggjan sang hjá Madonnu.

 

Tá sangurin, »Give Me All Your Love«, brádliga var at hoyra á netinum í november, var tað nakað, ið Madonna sjálv als ikki hevði ætlað. Sangurin var nevnliga als ikki liðugur. Og ætlanin var, at fjepparar hennara ikki skuldu hoyra sangin fyrrenn í 2012. Men brádliga var hann at hoyra á netinum. Hetta fekk agentin hjá Madonnu, Guy Oseary, at biða viðhaldsfólkini hjá Madonnu við at hjálpa løgregluni við at finna syndaran.

 

Hetta er nú eydnast, og spanska løgreglan hevur handtikið ein mann. Maðurin er búsitandi í Zaragoza, ið er í Norðurspania.

 

Tann skuldsetti hevur sagt við løgregluna, at hann er stórur fjeppari hjá Madonnu, og at hann yvirhøvur ikki ætlaði sær at at fáa pengar burturúr at kunngera sangin.

 

Ætlanin var, at sangurin skuldi vera á nýggju fløguni hjá Madonnu, sum verður givin út í januar.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð