Uppruna handritið til bókina hjá Lise Nørgaard, »Kun en pige« varð í gjár selt fyri tilsamans 92.000 krónur á uppboðssølu.
Tað skrivar uppboðssøluhúsið Lauritz.com í tíðindaskrivi.
– Tann serstaka søgan, sum altíð knúytir seg at einum memorabilia, førir mangan til sølur, sum taka mest royndu serfrøðingarnar hjá okkum á bólil sigur Mette Rode Sundstørm, sum er aðalstjóri hjá Lauritz.com í tíðindaskrivinum.
Uppboðssøluhúsið hevði frammanundan mett handritið til 10.000 krónur. Men hamarslagið ljóðaði upp á 80.000 krónur pluss ómaksløn upp á 12.000 krónur.
»Kun en pige« er fyrsti partur av endurminningunum hjá Lise Nørgaard. Tað handritið, sum varð selt í gjár, hevur Lise Nørgaard gjørt handskrivaðar rættingar í, og skrivað undir.
Handritið til »Kun en pige« hevur ikki áður verið á uppboðssølu, skrivar Lauritz.com.
/ritzau/