Føroya Keypmannafelag avgjørdi á eykaaðalfundi mikudagin at nútímansgera lógir felagsins, og samstundis broyta navnið til Handilsvinnufelagið.
Endamálsorðingin hjá felagnum er broytt í nýggju lógunum. Endamál felagsins er nú at savna føroyska handilsvinnu í ein vinnufelgsskap at útinna felags áhugamál.
Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu.m
Felagið ætlar eisini millum annað, at menna og ávirka útbúgvingarskipanina fyri handilsvinnuna, betra um rekrutteringina av arbeiðsmegi til vinnugreinina, menna handilsvinnuna gjøgnum kunning og skeið, og at ávirka og menna karmarnar fyri at reka handilsvinnu.
Umframt hetta ætlar felagið eisini at at fremja lobbyvirksemi.
Í nevndini í Keypmannafelagnum eru nú Tummas Hanus Dam, Høgni Hansen og Poul Michelsen. Nevndin hevur ikki skipað seg enn.
Handilsvinnan er ein tann størsta vinnugreinin í Føroyum og tørvur er á, at vinnufyritøkur taka seg saman um felags áhugamál. Í næstum ferð nevndin undir at fyrireika á hvønn hátt felagið skal gera seg galdandi á handilsvinnupolitiska økinum.
(Mynd: Eitt av endamálunum við nýggja Handilsvinnufelagnum er at rekruttera arbeiðsmegi til hesa vinnugreinina. Hesar eru farnar tíðliga til verka (Mynd: skulin.fo))