Handilsskúlin sum ítróttarskúli

Ungir og evnaríkir fótbóltsspælarar í Føroyum fáa nú eitt nýtt tilboð. Frá í heyst at rokna fer Handilsskúlin á Kambsdali at hava serliga linju, har skúlin í samstarvi við Ítróttarsambandið og Fótbóltssambandið gevur nýtt undirvísingartilboð. Eitt tilboð, sum vónandi eisini kann útbyggjast til aðrar skúlar og ítróttagreinar

Fótbóltur

Føroya Handilsskúli á Kambsdali, Ítróttarsamband Føroya og Fótbóltssamband Føroya hava avgjørt at fara undir eina royndarverkætlan, ið byggir á somu skipan, ið feløg í hinum norðurlondunum nýta í samstarvi við miðnámsskúlarnar fyri at menna evnarík ítróttarfólk enn meira.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at Endamálið við nýggja skúlatilboðnum er at geva ungur evnaríkum leikarum ein serstakan møguleika at mennast enn meira í aldrinum 15 til 18 ár.
- Í ítróttarligu menningini hjá ungdómi eru árini, tey vanliga ganga í miðnámsskúla, avgerandi. Likamliga menningin er stór hesi árini, og kann røtt og nógv venjing geva góð úrslit.
- Ítróttasálarliga hava árini eisini stóran týdning. Rættur liviháttur kann vera avgerandi fyri, um tey seinni kunnu standa seg sum yrkisítróttafólk. Rættur liviháttur og miðvís venjing eru treytað av, at tey ungu tilvitað velja at liva sum ítróttafólk.

Teori og praksis
Tilboðið, sum skúlin nú fer at bjóða, fevnir um bæði praktiska venjing og ástøðiliga partin av hesum.
Umframt vanligu skúlagongdina, skal næmingurin hava seks tímar eyka um vikuna. Fýra av hesum tímum verður fótbóltsvenjing, sum Eyðun Klakstein stendur fyri. Hinum báðum tímunum stendur Sølvi R. Hansen, ítróttarráðgevi, fyri, og verður talan her um ástøðiliga partin av ítróttarlívinum.

Bara spírin
Gongst sum ætlað, so er komandi skúlaárið bara spírin til eitt tilboð, har evnaríkastu føroysku ítróttarfólkini fáa ein møguleika at mennast her á landi.
- Vit hava fleiri dømi úr útlandinum, har ítróttarfeløg hava síni egnu college, har spælarar innan ymsar ítróttagreinar verða mentir. Enn er talan um royndarár hjá okkum, og fíggingin røkkur í løtuni bert til tað eina árið á FHS, Men vit síggja hetta sum eitt tilboð, ið hevur eina góða framtíð. Og vónandi fáa við tíðini eitt tilboð, sum eisini fevnir um aðrar ítróttagreinar og aðrar skúlar.
- Í løtuni er støðan ofta tann, at ung ítróttarfólk mugu velja, tá miðnámsskúlaárini standa fyri framman. Velja tey ítróttin framum, mugu tey uttanlands á skúla, og tað er ikki so víst, at hetta altíð er tað rætta. Hinvegin steðga tey aloftast upp í ítróttarligu menningini, um tey vilja gera skúlagongdina lidna í Føroyum. Vit hava jú hópatals dømi um, at munurin til javnaldrar uttanlands ikki er so stórur um 15-16 ára aldur, men at sami munur síðani økist, tí føroyskir spælarar ikki fáa somu venjing, sum tey fáa uttanlands, sigur Páll Isholm, skúlastjóri.