Handilsmaður tikin á bóli á føðingardegi

Tá Gissur Patursson, stjóri í skósøluni Demmus í SMS kom aftur í handilin klokkan 10 í morgun, varð hann rættiliga tikin á bóli.

Kendi handilsmaðurin í SMS fyllir 65 ár í dag, og børnini høvdu í hesum sambandi skipað fyri eini »yvirraskilsisveitslu«. Handilin var fullur av fólki, tónleikararnir Kim Hansen, James Olsen og Jens Marni Hansen spældu og sungu og kaffi og lagkøka var at fáa.

Gissur Patursson hevur flestu árini síðani SMS læt upp í 1977, hevur havt sína dagligu gongd har.

Gissur er sonur Snorra Patursson, sum var úr Kirkjubø, og Áslu f. Skaalum, sum var úr Hvalba. Hon náddi at blíva 90 ár, stutt áðrenn hon doyði í fjør.

Gissur er einabarn, men sum tey siga um hann, so fekk hann sær fleri »vinfólka-systkin«.

Gissur hevur altíð verið ein arbeiðshestur. Sum 14 ára gamal í 1970 var hann eitt skifti í starvslæru hjá S. H. Jakobsen Radiohandli. Hann var eitt serstakt dømi um ein tannáring, ið var gávaður við sjáldsomum sjálvsáliti. Hann var forvitin og visti skjótt alt um leidningar, stikk, elperur, stereoanlegg og ikki minst musikk. Poppmusikk. Hann fekk ivaleyst meiri innlit í viðurskiftini í einum slíkum serhandli enn vanligt var fyri ein so ungan drong.

##med2##

Gissur var sum fluga í fløsku í positivari merking, tí hann hevði ein óbendiligan hug at læra og vita, men sjálvandi náddi hann ikki alt eftir so stuttari tíð í handlinum.

Tað var skilligt, at Gissur sum einabarn leitaði sær samband, samskifti og samveru við onnur fólk. Tað veri seg javnaldrar, tilkomin og eldri. Hann geislaði av empati, vinskapi og hjálpsemi.

– Enn í dag er full ferð á Gissuri. Hann hevur ongantíð bara spakuliga traðkað á bremsurnar, og soleiðis vóna vit øll at kenna hann altíð, tí annars er nakað galið við Gissuri, og tað vil eingin hava. Tað er rætt og slætt ikki Gissur, sum ein vinmaður segði um hann.

Seinnu árini hevur hann brúkt nógva tíð upp á FMX, Faroe Music Export, har hann er nevndarformaður.

##med3##

Gissur er lutvíst uppvaskin í Hvalba og í Kardamummubýnum í Havn – býlingurin úti í Grønlandi við teimum eyðkendu reyðu húsunum, sum varð bygdur fyrst í sekstiárunum.

Gissur er giftur við Ingrid, f. Bærentsen úr Kaldbaksbotni.

Fimm eru børnini og abbabørnini seks.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##