Handilslívið í Klaksvík við at doyggja

Seinastu tveir mánaðirnar hava 7 handlar í Klaksvík latið aftur.
- Taka handilsfólkini seg ikki saman alt fyri eitt, fær tað sera álvarsamar avleiðingar fyri býin, sigur Henrik Thøgersen, formaður í handilsfelagnum í Klaksvík.

Sum blaðið vísti á í gjár, er okkurt, sum ikki ruggar rætt við handilslívinum í Klaksvík. Sambært Norðlýsinum ávarar handilsmaðurin Eivind Jacobsen av Strondum um, at um ikki okkurt munagott skjótt hendir, so skulu klaksvíkingar ikki vænta at síggja nógv avbygdafólk koma til Klaksvíkar til handils, tá tunnilin letur upp.
- Eg eri púra samdur við tí, sum Eivind hevur sagt, sigur formaðurin í Klaksvíkar handilsfelag, Henrik Thøgersen, sum eisini er dagligur leiðari í Bónus í Klaksvík. Henrik sigur seg nú av álvara vera bangnan fyri, at um handilsfólk í Klaksvík ikki taka seg saman alt fyri eitt, fer tað at fáa alvarsamar avleiðingar fyri handilslívið í býnum, og harvið fyri býin sum heild.

Fata ikki álvaran
Skelti við ?afturlatingarútsøla? ella pappír fyri vindeyguni er vorðið ein vanlig sjón eftirhondini, tá tú gongur framvið handilsvindeygunum í Klaksvík, og Henrik heldur, at alarmklokkurnar máttu nú havt ringt nóg leingið til, at handilsfólk byrja at fata álvaran í hesum.
- Seinastu tveir mánaðirnar hava 7 handlar í Klaksvík latið aftur. Tað bæði sæst og merkist, og onki bendir á, at gongdin fer at venda í bræði. Tað tykist sum, at handilsfólk bara sita og bíða eftir, at okkurt hendir av sær sjálvum. Tað eru í hvussu er ongi ítøkilig uppskot á borðinum um, hvat skal gerast, og tað tykist at vera sera trupult at fáa fólk at skilja álvaran í støðuni, sigur Henrik.

Gera ov lítið fyri kundarnar
Henrik heldur, at stóri trupulleikin er at handlarnir í Klaksvík stutt sagt gera ov lítið fyri kundarnar.
- Vøruúrvalið er lítið, og tænastustøðið er lágt ? ofta beinleiðis vánaligt. Og hetta gongur ikki í
longdini, tí kundarnir gerast alsamt meir krevjandi, sigur Henrik.
Hann minnir á, at tað er langt síðani nú, at flestu føroyingar fingu ráð at ferðast uttanlanda. Klaksvíkingar, eins og øll onnur, hava upplivað, hvussu handilslívið virkar aðrastaðni og teir vænta sjálvandi somu tænastu her heima. Og tá teir ikki fáa tað, fara teir sjálvandi aðrastaðni.
- Hugburðurin hjá handilsfólki hevur verið tann vanligi, at tað gongur nokk allíkavæl. Men prógvini um, at tað allíkavæl ikki gekk, eru nú so nógv, at tað mátti fingið handilsfólk at rakna við, sigur Henrik.

Ongin motivatión
Sambært Henrik, er hetta eitt mál, sum av og á er uppi á fundum í handilsfelagnum, men stóri trupulleikin er, at lítil og ongin motivatión tykist vera millum limirnar til at gera nakað munagott.
- Eg má tíverri bara ásanna, at hugburðurin mótvegis teimum broytingum, sum ligga fyri framman í sambandi við norðoyatunnilin, als ikki bara er positivur, staðfestir Henrik.
Hann sigur víðari, at meðan tað sjálvsagt eru nøkur, sum síggja framtíðina sum eina spennandi avbjóðing, eru tað nógv, sum helst vilja hava, at alt bara verður verandi, sum tað altíð hevur verið.
Tað hjálpir heldur ikki uppá motivatiónina, at ongin fær nakað at vita frá býráðnum um, hvat verður av handilsmiðstøðini. Uttan mun til, um tú ætlar at reka handil í handilsmiðstøðini ella aðrastaðni, so fer ein slík miðstøð at hava stóra ávirkan at alt handilslívið í býnum. Tað eru hóast alt nøkur handilsfólk, ið fegin vilja, og tey eiga at fáa møguleikan at fyrireika seg til tær broytingar, sum býráðið hevur ætlanir um, sigur Henrik Thøgersen.