Eitt handilskamar er ein áhugafelagsskapur fyri fyritøkur, feløg, stovnar og persónar, sum hava áhuga fyri samhandli millum lond. Hin 10. november klokkan 15 verður stovnandi aðalfundur í Vinnuhúsinum.
- Endamálið við at skipa eitt handilskamar millum Føroyar og Ísland er at styrkja handilssambandi millum londini og at gera eitt netverk millum fyritøkur, feløg, stovnar og persónar, eins og eitt forum fyri sambandi við myndugleikarnar í londunum.
Vinnuhúsið sigur, at eitt handilskamar eisini er eitt forum, har kjakast verður um almennar spurningar av áhuga fyri tey luttakandi, eitt forum, sum flytir vitan millum lond og kann viðvirka til menning av týdningi fyri handilssambandið.
- Handilskamari kann eisini fyriskipa fundir, verkstovur og ráðstevnur og hjálpa til, tá vitjanir eru í londunum frá myndugleikum og vinnufyritøkum.
Allar fyritøkur, feløg, stovnar og einstaklingar, sum hava áhuga í at menna handilssamstarvið millum Føroyar og Ísland, eru vælkomin at melda seg inn í handilskamarið.
Tilmeldingarskjal kann takast niður á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo