Handilsøkonomar vilja í starvsvenjing í Føroyum

Høvi verður nú hjá føroyskum fyritøkum at fáa nøkur viljasterk og sera áhugað fólk í starvsvenjing í átta mánaðir.

Tað siga nøkur føroysk lesandi, sum lesa handilsøkonomi á Copenhagen Business Acadamy í Keypmannahavn.

Ongantíð áður hava so nógv søkt inn á handilsøkonomsútbúgvingina sum í 2012. Hetta bar við sær, at 80 prosent av teimum søkjandi ikki sluppu inn. Tey 120, ið sluppu gjøgnum nálareygað við lestrarbyrjan 2012, eru soleiðis tey dugnaligastu á CPS Business City – í øllum førum hvørjum viðvíkir handilsøkonimi.

– Tað er av hesi orsøk, at stríð verður millum fyritøkur at fáa næmingarnar at velja júst teirra fyritøku – og hetta av góðari orsøk. Tá farið verður í starvsvenjing, hava tey lesandi staðið tann grundleggjandi ástøðiliga partin og hava lokið lærugreinar sum »organistation, erhvervsjura, intenational markedsføring, logistik,indkøb og erhvervs- og samfundsøkonomi«.

– Á henda hátt hava handilsøkonomarnir fingið reiðskap og holla vitan til at greina spurningar á einum handilsøkonomiskum støði. Haraftrat fáa fyritøkurnar nøkur vitandi, viljasterk og sera áhugað fólk í starvsvenjing í átta mánaðir. So hevur tín fyritøka tørv á hesum starvsnæmingum innan sølu, marknaðarføring, logistik og innkeyp, sum ger mun í tíni fyritøku, so er tíðin komin til at leita eftir tínum starvsnæmingi, siga tey lesandi.

Í februar 2013 byrja handilsøkonomarnir at finna sína yndis fyritøku.