HANDILSLÍV
Í dag, leygardag, letur Stella Zachariassen ein handil upp í Niels Finsensgøtu. Handilin hevur fingið navnið Bethel, sum merkir Guds hús.
Stella Zachariassen er frá Sri Lanka, men gift í Føroyum og hevur nú búð her í 11 ár.
Í Bethel verður mangt at fáa millum annað bøkur, nýmótans og eldri fløgur, sjónbond av til dømis Bill Gaither og gávulutir. Í handlinum er eisini ein kiosk, har ein kann keypa góðgæti og annað.
Í dag verður Svenning av Lofti í Bethel, har hann fyri fyrstu fer selur sína egnu bók
Handilin er til øll, stór sum smá. Stella leggur stóran dent á, at handilin skal vera eitt stað, har ung kristin kunnu møtast. Stella ynskir, at handilin helst skal verða eitt stað, har tey kunnu vera seg sjálvi. Hon heldur, at tey ungu kristnu hava ov fá støð at halda til í.
- Handilin skal vera eitt stað, har ung kristin kunnu hugna sær, men øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Stella.
Fólk við trupulleikum ella sum eru á skeivari lívskós kunnu fáa hjálp inni hjá Stellu.
- Eg vil ikki royna at umvenda ein og hvønn, men bara hjálpa fólkið, leggur Stella afturat.
Um ein ynskti at keypa kristiligar fløgur ella bøkur, var fyrsti handil við hesari vøru í Runavík. Hetta hildu fólk, sum búgva longri burtur, lítið og einki um.
- Nógv saknaðu ein tílíkan handil í miðbýnum, men eingin gjørdi nakað við hetta, tí fekk eg tað hugskot, sjálv at opna ein kristnuligan handil, sigur Stella Zachariassen at enda.
Myndatxt: Stella Zachariassen letur nú egnan handil upp í Niels Finsensgøtu í Havn. Handilin, ið eitur Bethel, selur kristiligar fløgur, bøkur, gávulutir og harumframt er eisini kiosk
Mynd: Jens Kr. Vang